Innlating.fo átekur sær at gera XBRL og PDF fílur út frá innlatnu upplýsingunumog tryggjar at formkrøvini til innlatna tilfarið eru røtt sambært galdandi lógarkrøvum.
Brúkarin hevur sjálvur ábyrgd av at lata fílurnar inn umvegis Vinnugluggan hjá TAKS.
Innlating.fo tekur ikki ábygrd av rættleikanum av teim upplýsingum, ið verða tøppaðar inn í skipanina av brúkaranum.
Ordrin verður vanliga avgreiddur beinanvegin. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Innlating.fo at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki Innlating.fo ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum.
Allir prísir eru uttan meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum.
Gjald fyri vørurnar kann gerast við altjóða gjaldskortum so sum VISA og Mastercard.
Fílurnar eru tøkar at senda til TAKS sama dag sum goldið er.
Møguligt er ikki at angra keypið.