Innlating.fo er ein føroyskur XBRL-Innlatingar portalur, sum er ætlaður feløgum at lata ársroknskap inn
til TAKS og Skráseting Føroya í XBRL formati, sambært lógarkravi.
XBRL stendur fyri eXtensible Business Reporting Language og er ein altjóða standardur til rapportering
av roknskaparupplýsingum.
Við skipanini Innlating.fo ber til at framleiða Ársfrásøgn og Skattafrásøgn til ávikavist Skráseting Føroya og Taks og at fáa prentað eitt eintak út.
Innlating.fo ger fílurnar klárar, soleiðis at tú lættliga kanst senda hesar inn umvegis Vinnugluggan.
Við at nýta Innlating.fo fær ein uppsett roknskapin sambært teim krøvum sum Taks og Skrásetingin seta til innlating av ársroknskapinum.
Skipanin Innlating.fo er gjørd so einføld at brúka sum til ber.
Erfa og Formula eru felags um Innlating.fo-skipanina, sum er ment í Føroyum.
Erfa er stovnað av grannskoðanarvirkinum MENTA spf. og Grannskoðarastovan spf.
P/F Formula er veitari innan EDV, prenting og aðrar tænastur til føroyska marknaðin.
Erfa og Formula, sum vara av Innlating.fo skipanini, eru bundin at persónsverndarlógini og trygdarkunngerðini – og fylgir altjóða standardi um KT-trygd, og hava treytaleysa tagnarskyldu.
Innlating.fo skipanin liggur í tryggum rakstrarumhvørvi, har fysisku karmarnir lúka altjóða trygdarkrøv.
Roknskapartølini verða goymd í 7 dagar frá tí degi tú hevur sent tey umvegis skipanina – eftir hetta
verða tey strikaði.